Trúnaðarváttan fyri øll (veitarar, ráðgevar, lesandi, praktikantar v.m.), ið gera arbeiði fyri [NAVN]

Navn: ________________________

Adressa: ________________________

Postnr./Bý: ________________________

Land: ________________________

Undirritaði váttar hervið at eg havi tagnarskyldu í mun til allar upplýsingar, sum eg fái kunnleika til í arbeiðnum fyri [NAVN]. Upplýsingar kunnu umfata persónupplýsingar, bæði viðkvæmar og vanligar, trúnaðarupplýsingar og aðrar upplýsingar.

Eg skal varðveita allar upplýsingar, sum eg fái kunnleika til í hesum sambandi, í strangasta trúnaði, og kann ikki víðarilata upplýsingarnar til triðjamann og kann einans nýta upplýsingarnar í samband við tað arbeiði, sum eg geri fyri [NAVN].

Tagnarskyldan er ikki galdandi fyri upplýsingar, sum er vanliga atkomuligar fyri almenninginum. Fulnaður av lógarkravi ella rættarúrskurði frá rættardømi, ið hevur málsræði, hevur framíhjárætt fyri hesa trúnaðarváttan.

Tagnarskyldan er galdandi, uttan tíðaravmarking, bæði meðan arbeiði verður gjørt og eftir at arbeiði er liðugt.

_____________ _______________________________

Dagfesting Undirskrift

Ábyrgdaravmarking

Innihaldið í hesum skjalapakka er ikki at sammeta við løgfrøðiliga ráðgeving frá Faroe Law. Løgfrøðislig ráðgeving er umfatandi og ofta torgreidd, og eru tað nógv ítøkilig viðurskifti, sum gera seg galdandi og ávirka ráðgevingina.

Faroe Law frásigur sær alla ábyrgd í samband við nýtslu av skjølunum, og kann ikki ábyrgdast fyri skeivleikar ella manglar í innihaldinum ella fyri seinni lógar- ella reglubroytingum, sum kunnu hava týdning fyri innihaldið og/ella hava við sær tørv á dagføring av innihaldinum.

Nýtsla av skjølunum (skabelónum) er fyri egna ábyrgd. Skjølini eru gjørd soleiðis, at ein breiður kundaskari kann nýta hesi til íblástur ella karm fyri egnum skjølum. Hetta merkir tískil, at tað er tørvur á tillagingum ella broytingum í mun til serlig viðurskifti og

dátuviðgerð hjá tí einstaka dátuábyrgdaranum.

Um ivamál eru viðvíkjandi uppseting ella nýtslu av skjølunum, verða tit biðin um at seta tykkum í samband við advokat Kára Davidsen á 221278 ella kda@faroelaw.fo

Did this answer your question?