Navn: ___________________________________

Bústaður: ___________________________________

Postnr./Býur: ___________________________________

Land: ___________________________________

1. Samtykki og vavið av hesum

Eg gevi hervið mítt samtykki til, at [NAVN] kann nýta niðanfyri standandi myndir/upptøkur av mær, sum eru tiknar í samband við [SKRIVA Í HVØRJUM SAMBANDI MYNDIN ER TIKIN], ella sum eg sjálv/-ur havi víðarilatið til [NAVN]. Samtykki fevnir um nýtslu á fylgjandi miðlum (set X):

Miðil

Profilmynd

Støðumynd

Videoupptøka

Heimasíða

Sosialir miðlar

Annað: [SKRIVA]

2. Viðgerð og endamál

Profilmyndir/støðumyndir/videoupptøkur á omanfyri nevndu miðlum verða nýttar við tí endmálið at [SKRIVA HVAT MYNDIN SKAL BRÚKAST TIL]. Er ætlanin seinni at nýta myndirnar/upptøkurnar til annað endamál, fái eg høvi frammanundan at geva samtykki til viðgerðina.

Myndirnar/upptøkurnar [verða ikki víðarilatnar / ELLA / verða víðarilatnar til: SKRIVA HVØNN OG HVÍ].

Myndirnar/upptøkurnar verða goymdar í [SKRIVA HVUSSU LEINGI TAÐ VERÐUR GOYMT]. Eftir hetta verður tilfarið strikað.

3. Taka samtykki aftur og avleiðingar av hesum

Tú kanst altíð taka samtykki títt samtykki aftur – bæði heilt ella lútvíst. Tú kanst taka títt samtykki aftur við at senda ein teldupost til [TELDUPOST].Hóast samtykki verður heilt ella lutvíst tikið aftur, so fær tað ongar avleiðingar í mun til útinnan av arbeiði fyri [NAVN].

_____________ _______________________________

Dato Undirskrift

Ábyrgdaravmarking

Innihaldið í hesum skjalapakka er ikki at sammeta við løgfrøðiliga ráðgeving frá Faroe Law. Løgfrøðislig ráðgeving er umfatandi og ofta torgreidd, og eru tað nógv ítøkilig viðurskifti, sum gera seg galdandi og ávirka ráðgevingina.

Faroe Law frásigur sær alla ábyrgd í samband við nýtslu av skjølunum, og kann ikki ábyrgdast fyri skeivleikar ella manglar í innihaldinum ella fyri seinni lógar- ella reglubroytingum, sum kunnu hava týdning fyri innihaldið og/ella hava við sær tørv á dagføring av innihaldinum.

Nýtsla av skjølunum (skabelónum) er fyri egna ábyrgd. Skjølini eru gjørd soleiðis, at ein breiður kundaskari kann nýta hesi til íblástur ella karm fyri egnum skjølum. Hetta merkir tískil, at tað er tørvur á tillagingum ella broytingum í mun til serlig viðurskifti og

dátuviðgerð hjá tí einstaka dátuábyrgdaranum.

Um ivamál eru viðvíkjandi uppseting ella nýtslu av skjølunum, verða tit biðin um at seta tykkum í samband við advokat Kára Davidsen á 221278 ella kda@faroelaw.fo

Did this answer your question?