Vegleiðing til hvussu tú nýtir skjølini.

Persóndátupolitikkur fyri starvsfólk

Í samband við tína starvssetan hjá okkum, viðgera vit persónupplýsingar um teg. Hesin persónsdátupolitikkur lýsir, hvussu vit viðgera tínar upplýsingar.

  1. DÁTUÁBYRGDARI

Tann løgfrøðiliga eindin, ið hevur ábyrgd fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum er:

[NAVN]

[BÚSTAÐUR]

[BÚSTAÐUR]

Teldupostur: [TELDUPOSTUR] [NB! Mælt verður til at serstøk teldupostadressu verður gjørd]

Tlf: +298 [TELEFONNUMMAR]

  1. ENDAMÁL – NÝTSLA AV PERSÓNUPPLÝSINGUM

Vit brúka tínar persónupplýsingar til hesi endamál áðrenn og eftir starvsetan:

  • Í sambandi við umsóknar- og starvsetanartilgongdina
  • Sum liður í starvsavtaluni, m.a. starvsfólka- og lønarumsiting og skráseting av arbeiðstíð, sjúku, frítíð v.m.

  1. FLOKKING AV PERSÓNUPPLÝSINGUM

Vit viðgera hesar persónupplýsingar í høvuðsheitum hesar upplýsingar:

  1. Vanligar persónupplýsingar: Vanligar upplýsingar eru m.a. navn, kontaktupplýsingar, føðingardagur, familjusamband (nærmasta familja), útbúgving, umsókn, lívsrensl, starvsuppgávur, starvstíðir og onnur viðkomandi starvsviðurskifti, eitt nú upplýsingar um løn, eftirløn, konta í peningastovni og frávera
  2. Viðkvæmar persónupplýsingar: I summum førum verða viðgjørdar persónsviðkvæmar upplýsingar, m.a. upplýsingar um heilsustøðu móttikin frá starvsfólki ella lækna í samband við sjúku.

  1. VIÐGERARGRUNDARLAG

Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum eru hesi:

  1. Starvsrættarlig skylda, herundir skyldur sambært starvsavtalu
  2. At yvirhalda galdandi lóggávu, t.d. skattalóggávu
  3. Samtykki frá starvsfólki at viðgera upplýsingar

Viðgerðarheimildin hjá okkum til viðgerð av persónupplýsingum um egin starvsfólk er Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 2 (vanligar upplýsingar) og § 12, stk. 1, nr. 3 (viðkvæmar upplýsingar).

  1. GOYMSLU AV PERSÓNUPPLÝSINGUM UNDIR OG EFTIR STARVSAFTALUNA

Persónupplýsingar, ið eru savnaðir í samband við starvssetan, verða goymdar í [skriva hvar upplýsingar verða goymdar, t.d. starvsfólkamappu].

Upplýsingar um starvsfólk verða goymdar trygt og í trúnaði. Bert starvsfólk við sakligum tørvi, hava atgongd til persónupplýsingar um starvsfólk.

Tá starvstíðarskeið endar, verður støða tikin til í hvønn mun persónupplýsingar skulu strikast. Sum útgangsstøði verða persónupplýsingar goymdar í 1 ár eftir at starvstíðin er endað, og verða hereftir strikaðar uttan óneyðuga seinking við ársenda. Um lóggávan, sum undantak, gevur loyvi at goyma upplýsingarnar longri, kann tað henda, at upplýsingarnir verða goymdir longri.

  1. KELDUR

Persónupplýsingar um starvsfólk verða einans savnaðar beinleiðis frá einstaka starvsfólkinum.

  1. VÍÐARIGEVING AV TÍNUM PERSÓNUPPLÝSINGUM

Persónupplýsingar um starvsfólk verða latnar til triðjapart í samband við starvsfólkafyrisiting, lønarumsiting, eftirløn, bókhald, hýsing av KT-skipanum v.m.

Persónupplýsingar um starvsfólk verða latnar viðkomandi almennum myndugleika í tann mun skyldur eru til tess – t.d. verður løn goldin umvegis samtíðarskattaskipan og lønarupplýsing latin Taks.

  1. TÍNI RÆTTINDI

Tú hevur fylgjandi rættindi, sum kunnu fremjast við at venda tær til tín nærmasta leiðara ella beinleiðis til stjórn:

  • Tú hevur rætt til at biðja um innlit, at fáa rættað og/ella strikað tínar persónupplýsingar.
  • Tú hevur eisini rætt til at mótmæla viðgerð av tínum persónupplýsingum, og at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða.
  • Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum er grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at afturkalla títt samtykki. Afturkalling fær ikki týdning ella ávirkan á lógligu viðgerðina, sum er farin fram áðrenn tú afturkallaði títt samtykki.
  • Tú kanst biðja um at fáa tær persónupplýsingar, sum tú hevur latið okkum, latnar tær í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.
  • Tú kanst til eina og hvørja tíð klaga um viðgerðina av tínum persónupplýsingum; antin beinleiðis til okkum ella til Dátueftirlitið (sí meiri á www.dat.fo).

Rættindi eru ikki treytaleys, og tískil kunnu avmarkingar vera í mun til nevndu rættindi. Ein ítøkilig meting skal gerast í hvørjum einstøkum føri.

[UM VIÐKOMANDI]

  1. DÁTUVERNDARFÓLK

[NAVN] hevur, sbrt. Dátuverndarlógini, skyldu at tilnevna eitt dátuverndarfólk. Dátuverndarfólkið skal tilnevnast grundað á fakligan førleika, serligan serkunnleika í dátuverndarrætti og dátuverndarsiðvenju umframt førleika at útinna tær uppgávur, sum eru ásettar í Dátuverndarlógini.

Starvsfólk kunnu seta seg í samband við dátuverndarfólki við spurningum um dátuvernd, kunning um viðgerð av persónupplýsingum um starvsfólk ella um starvsfólk vil fremja síni rættindi sambært dátuverndarlógini.

Vit hava tilnevnt [NAVN] sum dátuverndarfólk. Starvsfólk kunnu senda teldupost til dátuverndarfólk á teldupost@teldupost.fo.

Ábyrgdaravmarking

Innihaldið í hesum skjalapakka er ikki at sammeta við løgfrøðiliga ráðgeving frá Faroe Law. Løgfrøðislig ráðgeving er umfatandi og ofta torgreidd, og eru tað nógv ítøkilig viðurskifti, sum gera seg galdandi og ávirka ráðgevingina.

Faroe Law frásigur sær alla ábyrgd í samband við nýtslu av skjølunum, og kann ikki ábyrgdast fyri skeivleikar ella manglar í innihaldinum ella fyri seinni lógar- ella reglubroytingum, sum kunnu hava týdning fyri innihaldið og/ella hava við sær tørv á dagføring av innihaldinum.

Nýtsla av skjølunum (skabelónum) er fyri egna ábyrgd. Skjølini eru gjørd soleiðis, at ein breiður kundaskari kann nýta hesi til íblástur ella karm fyri egnum skjølum. Hetta merkir tískil, at tað er tørvur á tillagingum ella broytingum í mun til serlig viðurskifti og

dátuviðgerð hjá tí einstaka dátuábyrgdaranum.

Um ivamál eru viðvíkjandi uppseting ella nýtslu av skjølunum, verða tit biðin um at seta tykkum í samband við advokat Kára Davidsen á 221278 ella kda@faroelaw.fo

Did this answer your question?