Vegleiðing til hvussu tú nýtir skjølini.

Mannagongd fyri handfaring av rættindum hjá skrásetta

Innleiðing og endamál

Skrásetti hevur sambært persónsdátulóggávuni eina røð av rættindum í samband við at persónsupplýsingar hjá skrásetta verða viðgjørdar. Rættindi merkja m.a., at skrásetti kann fáa upplýst, hvørjar persónsupplýsingar vit hava um skrásetta, og at hesin undir ávísum fortreytum kann fáa upplýsingarnar strikaðar.

Tá vit, sum dátuábyrgdari, viðgera persónsupplýsingar, skulu vit syrgja fyri, at skrásetti kann fremja tey rættindi, sum viðkomandi hevur.

Endamálið við hesari mannagongdini er, at vit kunnu eftirlíka einari áheitan frá skrásetta, og vit kunnu tryggja, at skrásetti kann fremja síni rættindi, og vit harvið fylgja ásettu lógarkrøv (eru compliant) á økinum.

Henda mannagongd lýsir rættindi hjá skrásetta og tilgongdina til, hvussu vit skulu handfara eina áheitan frá skrásetta í samband við eini umbøn um at brúka síni rættindi.

  1. Rættindi hjá skrásetta

Skrásetti hevur sambært Dátuverndarlógini eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av persónsupplýsingum. Rættindini eru ikki treytaleys, og tískil kunnu avmarkingar vera í mun til nevndu rættindi. Ein ítøkilig meting skal gerast í hvørjum einstøkum føri.

Kunningarskylda

Við viðgerð av persónsupplýsingum skal skrásetti kunnast, og kunningarskyldan skal fylgja krøvunum í DVL § 23 (innsavnan av persónsupplýsingum hjá skrásetta) ella DVL § 24 (upplýsingar, sum eru innsavnaðar hjá ørðum enn skrásetta).

Upplýsingarskyldan hevur við sær, at vit skulu geva skrásetta eina røð av upplýsingum í samband við at persónsupplýsingar verða innsavnaðar. Tað snýr seg m.a. um, navn og samskiftisupplýsingar, endamálið við og heimildini fyri viðgerðini, um upplýsingarnar verða fluttar og til hvønn og hvar, um so er.

Rætt til innlit

Tann skrásetti hevur rætt til at biðja um innlit í teir persónsupplýsingar, sum verða viðgjørdir um skrásetta. Hetta merkir at skrásetti kann spyrja okkum um, hvørjar persónsupplýsingar vit viðgera og hvat endamálið er við viðgerðini v.m.

Rætt til at biðja um rætting

Skrásetti kann biðja um at fáa rættað persónsupplýsingar, sum skrásetti metir eru skeivar.

Rætt til at biðja um striking

Skrásetti kann biðja um at fáa strika persónsupplýsingar, sum skrásetti metir vit ikki eiga ella kunnu hava skrásettar. Rætturin er ikki treytaleysur, og m.a. kunnu ávísar persónsupplýsingar ikki strikast, tí at serlóggáva sigur tær skulu goymast (eitt dømi er bókhaldslógin).

Rætt til at biðja um viðgerðaravmarking

Skrásetti kann biðja um at viðgerðin av persónsupplýsingum verður avmarkað. Hetta merkir, at persónsupplýsingarnar ikki verða strikaðar, men at tað er tilskilað, at upplýsingarnar ikki mugu viðgerast og at atongdin til upplýsingarnar er avmarkað.

Rætt til dátuflutning

Skrásetti kann krevja tær persónupplýsingar, sum skrásetti sjálvur hevur latið, og kann flyta hesar upplýsingar til ein annan dátuábyrgdara, tá viðgerðin er grundað á samtykki ella avtalu, og viðgerðin er automatisk. Persónupplýsingarnar, sum skrásetti móttekur, skulu verða í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

Rætt til mótmæli

Skrásetti kann mótmæla, at persónsupplýsingar um hann/hana verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnir møguliga framvegis nýtast til, at viðgera møgulig onnur lóglig endamál.

Rætt til ikki at verða profileraður

Skrásetti eigur ikki at vera fyri avgerð, sum einans er grundað á automatiska viðgerð, herundir profilering, og sum hevur rættarvirknað ella á líknandi hátt týðandi ávirkar viðkomandi.

Rætturin til at afturkalla samtykki

Um viðgerðin at persónsupplýsingum hjá skrásetta er grundað á samtykki hevur tann skrásetti til eina og hvørja tíð rætt til at afturkalla sítt samtykki.

Rætturin til at kæra

Um skrásetti hevur spurningar til viðgerðina av persónsupplýsingum er skrásetti altíð vælkomin at seta seg í samband við okkum.

Um skrásetti ikki er nøgdur við okkara viðgerð av hansara/hennara persónsupplýsingum, kann skrásetti lata inn kæru ella seta seg í samband við Dátueftirlitið. Tann skrásetti kann til eina og hvørja tíð fara til dómstólarnar fyri at fáa ein sak avkláraða viðvíkjandi viðgerð av persónsupplýsingum.

  1. Undantøk til rættindi hjá skrásetta

Tað eru ávísar løgfrøðiligar fyriskipanir, sum avmarka vavið í mun til hvussu langt skyldur og rættindi røkka. Millum annað, fevnir rætturin til innlit og um kunningarskyldu ikki um persónsupplýsingar, sum,

  1. um tær koma í ljósmála, kunnu skaða landsins trygd, verju ella samskifti við útlendskar tjóðir ella felagsskapir,
  2. eiga at dyljast við atliti at fyribyrging, eftirkanning, avdúking og rættarsøkjan av revsiverdum gerðum ella fremjan av revsirættarligum tiltøkum, her undir verjan ímóti og fyribyrgjan av hóttanum ímóti tí almennu trygdini,
  3. ikki er ráðiligt, at skrásetti fær kunnleika um, umhugsandi heilsuna hjá skrásetta ella tøtt persónsambond við skrásetta,
  4. eru fevndar av tagnarskyldu ásett í lóggávu, ella
  5. áhugin hjá skrásetta at fáa kunning um eigur at víkja fyri, orsakað av altavgerandi almennum ella privatum áhugamálum.

Um innlit verður noktað, skal grundgevast fyri hesum við ávísing til heimildina.

Eisini kunnu skyldur og rættindi møguliga avmarkast í samband við fylgjandi umstøður:

  • Viðurskifti, sum kunnu stuðla upp undir at staðfesta ella avdúka trygdaratgerðir
  • Viðurskifti, sum kunnu vera ein váði fyri okkara immateriellu rættindi
  • Undantaksavgerðir, ið eru bundnar at aðrari lóggávu
  • Afturvendandi umbønir frá sama persón, har fremjan av rættindum frá skrásetti kann metast at vera ónáðir (chikana).

  1. Mannagongd tá skrásetti vendir sær til okkara (soleiðis gert tú)

Um tann skrásetti ynskir at brúka eina ella fleiri av sínum rættindum, skal skrásetti venda sær til okkara umvegis teldupost [set inn teldupostadressu]. Um skrásetti vendir sær til okkara á annan hátt, skal áheitanin sendast víðari til teldupostin omanfyri. Starvsfólkini skulu geva sær gætur, at allar áheitanir frá øðrum keldum skulu sendast víðari til [set inn teldupostadressu].

Tá áheitanin er móttikin er fylgjandi mannagongd galdandi:

  1. Stjórn varðar av áheitanini sum útgangstøði. Alternativt kann stjórn avgera, hvør skal varða av áheitanini.

  1. Dagfestingin fyri móttøku av áheitanini verður skrásett. Hetta er avgerandi í mun til freistir.

  1. Mett verður um, vit skulu seta okkum í samband við skrásetta, í mun til, hvørji rættindi skrásetti ynskir at brúka, og fyri at vátta samleika hjá viðkomandi. Um ivamál er um samleikan hjá skrásetta, skal samleikaskjal (avrit av pass, koyrikort) umbiðjast, sum skal vísast fram á skrivstovu hjá okkum. Um uppmøting á skrivstovu verður noktað skal stjórn meta um annan hóskandi samleika.

  1. Leitað verður í okkara kortlegging av viðgerðum av persónsupplýsingum, hvar persónsupplýsingarnar hjá skrásetta verða viðgjørdar. Síðani verður leitað eftir sjálvum persónsupplýsingunum hjá skrásetta í viðkomandi skipanum av starvsfólkið, ið hevur ábyrgd av skipanini. Persónsupplýsingar verða trektir út í annaðhvørt excel, word, PDF ella líknandi skapi, og skulu sendast skrásetta uttan óneyðugt drál og í seinasta lagi innan 4 vikur frá tí degi áheitanin er innkomin.

Um serstøk viðurskifti, so sum nøgd av upplýsingum og torgreidni gera, at tað er ógjørligt at svara umbønini innan 4 vikur, kann tíðarskeiðið leingjast við 8 vikum. Vit skulu tá í einum fyribilssvari innan 4 vikur eftir, at umbønin er móttikin, greiða frá orsøkini til seinkanina, og nær roknast kann við endaligum svari.

  1. Tær samlaðu upplýsingarnar um skrásetta verða gjøgnumgingnar og metingar gjørdar av stjórn í mun til rættindi hjá skrásetta og tilhoyrandi undantaksavgerðir.

Um ein umbøn um at fremja rættindi verður gingin á møti, skal fylgjandi mannagongd brúkast:

Rætturin til innlit

Tær samlaðu persónsupplýsingar um skrásetta (minus persónsupplýsingar, sum eru fevndar av undantaksavgerðum) verða sendar til skrásetta umvegis krypteraðan teldupost, annan tryggan sendihátt, við posti ella verða útleveraðar fysiskt.

Rætturin til at umbiðja striking

  1. Tey starvsfólk, ið hava ábyrgd av teimum einstøku skipanum, har striking er neyðug, skulu hava boð um hetta. Allar upplýsingar um skrásetta (minus persónsupplýsingar, sum eru fevndar av undantaksavgerðum) skulu strikast av teimum starvsfólkunum, ið hava ábyrgd av teimum einstøku skipanum. Um persónsupplýsingar eru, sum ikki kunnu strikast orsakað av undantaksavgerðum, skal ein uppgáva stovnast har dagfesting verður sett fyri nær hesar upplýsingar verða slettaðar.
  2. Tá tey, sum hava ábyrgd av skipanum, hava strikað persónsupplýsingarnar, skal hetta fráboðast hjá tí, sum hevur ábyrgd fyri áheitanini.
  3. Tá starvsfólkið við ábyrgd fyri áheitanini frá skrásetta hevur fingið váttan frá tí, sum hevur ábyrgd av skipanini, verður síðani váttað mótvegis skrásetta, at persónsupplýsingarnar eru strikaðar.

Onnur rættindi

Um skrásetti ynskir at brúka onnur rættindi, skal mannagongdin fyri “rætturin til innlit” brúkast so vítt møguligt.

Ábyrgdaravmarking

Innihaldið í hesum skjalapakka er ikki at sammeta við løgfrøðiliga ráðgeving frá Faroe Law. Løgfrøðislig ráðgeving er umfatandi og ofta torgreidd, og eru tað nógv ítøkilig viðurskifti, sum gera seg galdandi og ávirka ráðgevingina.

Faroe Law frásigur sær alla ábyrgd í samband við nýtslu av skjølunum, og kann ikki ábyrgdast fyri skeivleikar ella manglar í innihaldinum ella fyri seinni lógar- ella reglubroytingum, sum kunnu hava týdning fyri innihaldið og/ella hava við sær tørv á dagføring av innihaldinum.

Nýtsla av skjølunum (skabelónum) er fyri egna ábyrgd. Skjølini eru gjørd soleiðis, at ein breiður kundaskari kann nýta hesi til íblástur ella karm fyri egnum skjølum. Hetta merkir tískil, at tað er tørvur á tillagingum ella broytingum í mun til serlig viðurskifti og

dátuviðgerð hjá tí einstaka dátuábyrgdaranum.

Um ivamál eru viðvíkjandi uppseting ella nýtslu av skjølunum, verða tit biðin um at seta tykkum í samband við advokat Kára Davidsen á 221278 ella kda@faroelaw.fo

Did this answer your question?