Vegleiðing

Hesin skjalapakkin inniheldur skabelónir, sum kunnu tillagast eftir ítøkiligu viðurskifti og tørvi hjá tí einstøku fyritøkuni og/ella stovninum. Gevið gætur, at skjølini skulu útfyllast/tillagast áðrenn tey kunnu brúkast.

Pakkin inniheldur skjøl, sum einhvør stovnur, sum viðger persónupplýsingar, í minsta lagi eigur at hava og implementera. Pakkin inniheldur:


[• Persónupplýsingarpolitikkur/Dátuverndarkunning fyri viðskiftafólk – politikkur at

leggja á heimasíðuna, sum lýsir hvørjar upplýsingar verða innsavnaðar og viðgjørdar í fyritøkuni/stovninum

• Persónupplýsingarpolitikkur fyri starvsfólk – politikkur, sum lýsir hvørjar upplýsingar verða innsavnaðar og viðgjørdar í samband við starvsetanir. Øll starvsfólk eiga at kenna politikkin og øll nýggj starvsfólk eiga at fáa politikkin við starvsbyrjan.

• Mannagongd fyri handfaring av persónupplýsingum – yvirskipað mannagongd, sum lýsir, hvussu starvsfólk skulu handafara persónupplýsingar

• Mannagongd fyri handfaring av rættindum hjá skrásetta – mannagongd, sum lýsir,

hvussu tú sum dátuábyrgdari kanst viðgera innlitsumbønir, strikiumbønir v.m.

• Mannagongd fyri handfaring av dátutrygdarbrot – mannagongd, sum lýsir, hvat skal gerast í samband við trygdarbrot

• Váttan um tagnarskyldu – váttan um tagnarskyldu fyri øll, starvsfólk og onnur, sum

arbeiða fyri dátuábyrgdaran

• Samtykkisváttan viðvíkjandi nýtslu av myndum v.m. – váttan um samtykki í samband viðvíkjandi nýtslu av myndum, t.d. starvsfólkamyndir á heimasíðu]

Øll skjøl hava teigar, sum eru merktir við [KLOMBUR] og tað eru serliga hesir teigar, sum skulu útfyllast, redigerast og støða skal takast til innihaldið. Tó soleiðis, at allir partar kunnu redigerast og tillagast eftir tørvi. Meginreglan er: um tað, sum stendur í skjølunum ikki er viðkomandi fyri tykkum, so skal tað strikast.

Tá skjølini eru útfylt, skulu tey implementerast. Tað vil siga, at starvsfólk fáa kunning og frálæru, og skjølini eru atkomilig hjá øllum starvsfólkum, umframt at viðkomandi politikkir verða lagdir á heimasíðuna.

Skjølini verða síðani goymd talgilt.

Ábyrgdaravmarking

Innihaldið í hesum skjalapakka er ikki at sammeta við løgfrøðiliga ráðgeving frá Faroe Law. Løgfrøðislig ráðgeving er umfatandi og ofta torgreidd, og eru tað nógv ítøkilig viðurskifti, sum gera seg galdandi og ávirka ráðgevingina.

Faroe Law frásigur sær alla ábyrgd í samband við nýtslu av skjølunum, og kann ikki ábyrgdast fyri skeivleikar ella manglar í innihaldinum ella fyri seinni lógar- ella reglubroytingum, sum kunnu hava týdning fyri innihaldið og/ella hava við sær tørv á dagføring av innihaldinum.

Nýtsla av skjølunum (skabelónum) er fyri egna ábyrgd. Skjølini eru gjørd soleiðis, at ein breiður kundaskari kann nýta hesi til íblástur ella karm fyri egnum skjølum. Hetta merkir tískil, at tað er tørvur á tillagingum ella broytingum í mun til serlig viðurskifti og

dátuviðgerð hjá tí einstaka dátuábyrgdaranum.

Um ivamál eru viðvíkjandi uppseting ella nýtslu av skjølunum, verða tit biðin um at seta tykkum í samband við advokat Kára Davidsen á 221278 ella kda@faroelaw.fo

Did this answer your question?