Vegleiðing til hvussu tú nýtir skjølini.

Persónupplýsingarpolitikkur/Dátuverndarkunning fyri viðskiftafólk

Seinast dagført: des. 2020

Endamálið við hesum politikki er at lýsa hvussu vit savna, nýta og goyma tínar persónupplýsingar, umframt hvussu vit verja hesar upplýsingar og hvussu tú kanst fremja tíni lógarásettu rættindi. Vit taka øll fyrivarni fyri at verja tínar persónupplýsingar sambært galdandi lóggávu.

  1. Dátuábyrgdari

[NAVN] er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónupplýsingum og dátutrygd ella møgulig trygdarbrot skulu stílast til:

[NAVN]

[BÚSTAÐUR]

[BÚSTAÐUR]

Teldupostur: [TELDUPOSTUR] [NB! Mælt verður til at serstøk teldupostadressu verður gjørd]

Tlf: +298 [TELEFONNUMMAR]

Um tú hevur spurningar um okkara viðgerð av persónupplýsingum, er tú altið vælkomin at seta teg í samband við okkum.

  1. Innsavning av persónupplýsingum

Persónupplýsingar eru øll sløg av upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu eyðmerkja ein fysiskan (livandi) persón, t.d. navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar. Tað kann eisini vera ymisk sløg av elektroniskum dátum sum IP-adressa og MAC-adressa, um hesi kunnu knýtast til ein fysiskan persón.

Vit savna persónupplýsingar á ymsan hátt, men aloftast er tað beinleiðis frá tær.

  • Upplýsingar, sum verða savnaðar í samband við [NEVN ÍTØKILIGA STØÐU]

[Greið frá hvørjar upplýsingar tit savna og hví upplýsingarnar verða savnaðar. Greið frá støðuni við “vanligum” orðum – ikki hugsa um “løgfrøðismál”. Greið frá soleiðis at brúkarin skilur tað.]

  • Upplýsingar, sum verða savnaðar í samband við [NEVN ÍTØKILIGA STØÐU]

[Greið frá hvørjar upplýsingar tit savna og hví upplýsingarnar verða savnaðar. Greið frá støðuni við “vanligum” orðum – ikki hugsa um “løgfrøðismál”. Greið frá soleiðis at brúkarin skilur tað.]

  • Upplýsingar, sum verða savnaðar við beinleiðis samband

Um tú setur teg í samband við okkum umvegis okkara kundatænastu, teldupost, telefon ella á annan hátt, so savna vit persónupplýsingar um teg, soleiðis at vit kunnu svara tínum fyrispurningi. Tað kann vera navn, teldupost og/ella telefonnummar.

Vit kunnu eisini skráseta aðrar upplýsingar, sum tú velur at geva okkum. Hetta kann t.d. vera [NEVN ÍTØKILIGAR UPPLÝSINGAR, UM HETTA ER VIÐKOMANDI].

  • Upplýsingar, sum verða savnaðar í samband við hald av okkara tíðindabrævið

Um tú teknar teg til tíðindabrævið hjá okkum, savna vit títt navn og tín teldupost, so at vit kunnu senda tær tíðindabrævið. Okkara tíðindabræv inniheldur góð tilboð og aðar upplýsingar, sum kunnu vera viðkomandi fyri teg.

  • Upplýsingar, sum verða savnaðar frá øðrum enn tær

[Um viðkomandi, so greið frá hvørjar upplýsingar tit savna frá triðjapersóni. Greið frá støðuni við “vanligum” orðum – ikki hugsa um “løgfrøðismál”. Greið frá soleiðis at brúkarin skilur tað.]

Serlig flokking av persónupplýsingum (viðkvæmir upplýsingar)

Vit skráseta sum útgangsstøði ikki viðkvæmar persónupplýsingar. Skuldi hetta sum undantak verið neyðugt, biðja vit um nágreiniligt samtykki til at skráseta viðkvæmar persónupplýsingar, uttan so, at vit hava skyldu ella lógarásettan rætt til at skráseta viðkvæmar upplýsingar.

  1. Viðgerðarheimild

Øll okkara viðgerð av persónupplýsingum fer fram sambært galdandi lógarreglum, og er henda viðgerð grundað á fylgjandi:

  • [Nevn ítøkiliga viðgerðarheimild, sbrt. DVL §§ 8 og/ella 12]
  • [Nevn ítøkiliga viðgerðarheimild, sbrt. DVL §§ 8 og/ella 12]
  • [Nevn ítøkiliga viðgerðarheimild, sbrt. DVL §§ 8 og/ella 12]

[Til ber eisini at skriva meiri ítøkiligt um serligar viðgerðarstøður]

[YVIRSKRIFT]

[Lýsing av viðgerðarstøðu – skriva um endamál, hvørjar persónupplýsingar, heimild, víðarilatan, striking]

[YVIRSKRIFT]

[Lýsing av viðgerðarstøðu – skriva um endamál, hvørjar persónupplýsingar, heimild, víðarilatan, striking]

[YVIRSKRIFT]

[Lýsing av viðgerðarstøðu – skriva um endamál, hvørjar persónupplýsingar, heimild, víðarilatan, striking]

  1. Hvussu leingi goyma vit tínar persónupplýsingar?

Vit goyma tínar upplýsingar, so leingi sum tað er neyðugt í mun til endamálið tíni dátu eru skrásett og verða brúkt til. Vit goyma altíð tínar upplýsingar so leingi vit veita tær eina tænastu ella eina vøru.

[UM VIÐKOMANDI, GREIÐ FRÁ ÍTØKILIGUM GOYMSLUTÍÐARSKEIÐI]

Tá tíni viðskiftaviðurskifti enda, goyma vit vanliga tínar upplýsingar í 5 ár eftir hetta. Hetta er serliga í samband við at uppfylla okkara skyldur í mun til roknskaparlóggávuna.

  1. Víðarilatan av persónupplýsingum

Vit deila í ávísum førum tínar persónupplýsingar við triðjapartar. Hetta kann vera við almennar myndugleikar, tá hetta er álagt okkum í galdandi lóggávu, ella við uttanhýsis samstarvspartar, um vit hava títt samtykki, ella vit hava ein lógarásettan rætt til tað.

Samstarvspartar og KT-veitarar

Vit nýta eina røð av KT-tænastum og -skipanum. Í fleiri av hesum skipanum viðgera vit persónupplýsingar. Summar av hesum skipanum verða hýstar lokalt, ímeðan aðrar verða hýstar hjá veitaranum ella í cloud-loysnum, sum t.d. [NEVN DØMI]. Vit tryggja okkum, at tíni rættindi eru vard, og at trygdarstøðið verður varðveit í samband við slíkar dátuflytingar.

[UM VIÐKOMANDI, NEVN AÐRAR VEITARAR]

[GREIÐ FRÁ EINS OG OMANFYRI]

  1. Tíni rættindi

Tú hevur sambært Dátuverndarlógini eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum:

Rætt til at afturkalla eitt samtykki

Um okkara viðger av tínum persónupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at afturkalla títt samtykki. Tá ið tú afturkallar títt samtykki, steðga vit at viðgera tínar persónupplýsingar, sum var grundað á samtykki.

Gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.

Rætt til striking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur okkum rætt til at varðveita og viðgera persónupplýsingarnar.

Rætt til innlit

Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit hava um teg. Rætturin til innlit krevur tó at vit kunnu eyðmerkja serstøku upplýsingarnar um teg. Tað kann tískil vera neyðugt hjá tær at geva okkum supplerandi upplýsingar, um so er at vit ikki kunnu eyðmerkja teg út frá teimum upplýsingunum vit hava.

Rætt til viðgerðaravmarking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Hetta merkir, at um treytirnar til viðgerðaravmarking eru uppfyltar, at vit einans kunnu viðgera tínar peronsupplýsingar í serligum førum.

Rætt til mótmæli

Tú kanst átala, at persónupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til, at viðgera møgulig onnur lóglig endamál.

Rætt til rætting

Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjað.

Rætt til dátuflutning

Tú kanst biðja um at fáa tær persónupplýsingar, sum tú hevur latið okkum, latnar tær í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

  1. Samband og kærumøguleikar

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tíni rættindi, og hvussu vit skráseta og brúka tínar persónupplýsingar. Tú kanst seta teg í samband við okkum soleiðis:

Teldupostur: [TELDUPOSTUR]

[NAVN]

[BÚSTAÐUR]

[BÚSTAÐUR]

Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur kontaktupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo.

Ábyrgdaravmarking

Innihaldið í hesum skjalapakka er ikki at sammeta við løgfrøðiliga ráðgeving frá Faroe Law. Løgfrøðislig ráðgeving er umfatandi og ofta torgreidd, og eru tað nógv ítøkilig viðurskifti, sum gera seg galdandi og ávirka ráðgevingina.

Faroe Law frásigur sær alla ábyrgd í samband við nýtslu av skjølunum, og kann ikki ábyrgdast fyri skeivleikar ella manglar í innihaldinum ella fyri seinni lógar- ella reglubroytingum, sum kunnu hava týdning fyri innihaldið og/ella hava við sær tørv á dagføring av innihaldinum.

Nýtsla av skjølunum (skabelónum) er fyri egna ábyrgd. Skjølini eru gjørd soleiðis, at ein breiður kundaskari kann nýta hesi til íblástur ella karm fyri egnum skjølum. Hetta merkir tískil, at tað er tørvur á tillagingum ella broytingum í mun til serlig viðurskifti og

dátuviðgerð hjá tí einstaka dátuábyrgdaranum.

Um ivamál eru viðvíkjandi uppseting ella nýtslu av skjølunum, verða tit biðin um at seta tykkum í samband við advokat Kára Davidsen á 221278 ella kda@faroelaw.fo.

Did this answer your question?